Fjarhiti í Hoydalsvegin 2

Kunningarskriv 02 – Status fyri arbeiði

Dagur: 28.11.2018

Merki: Símun Eliasen

Fjarhiti í Hoydalsvegin

Arbeiði gongur framvegis væl:

Arbeiði at leggja fjarhita oman eftir Hoydalsvegnum gongur framvegis væl.

Nú umleið tveir mánaðir eru farnir síðani arbeiði byrjaði, er umleið helvtin av strekkinum gjørt

liðugt við asfalti. Og hevur arbeiði gingið betur enn væntað, er einar 2 vikur frammanfyri ætlan.

Liðugtgerð av fjarhitagrøv, á tí fyrsta strekkinum (reyða strekkið st. 0-60), bleiv liðugt tann 31.

okt. og tá var vegurin opin aftur fyri ferðslu.

Fjarhitagrøvin, á tí næsta strekkinum (grøna strekkið áleið st. 60-320), var liðug tyrvd 26. nov.

og asfalt lagt á 27. og 28. nov. Hoydalsvegurin, oman um Jústgøtu, verður opin aftur fyri ferðslu

í morgin 29. nov.

Neyðugt var í nakrar dagar at steingja Jústgøtu, í samband við skiftið ímillum reyða og grøna

strekkið.

Í desember verður hildið fram við grevstri og tyrving av leiðingum, eftir ætlan einar 100 metrar

oman frá Jústgøtu.

Hjálagt er tíðarætlan dagfest 26. okt. 2018, við áseting av framdum arbeiði. Tíðarætlanin vísur

at arbeiði er frammanfyri ætlan.

Arbeiði frameftir:

Av tí at arbeiði er frammanfyri ætlan og í samráð við TK, so verður byrjað uppá ein part av strekki

3, áðrenn jólafrítíðina. Eftir ætlan verða einar 100 metrar av grøv grivin, tyrvd og klárgjørd til

ferðslu, áðrenn jól. Tó verður ikki grivið meira, enn hvat arbeiðstakarin megnar at tyrva áðrenn

jólafrítíðina. Seinasti arbeiðsdagur áðrenn jólafrítíðina, verður áleið 19.-20. des. 2018.

Tíðarætlan dagfest 06.11.2018 fyri framskundað arbeiði, er eisini hjáløgd.

Síðst í desember verður aftur kunnað um arbeiðsgongdina, og tá verður status fyri einum parti

av strekkið 3, staðfest.

Status og vegleiðandi tíðarskeið, fyri nær eingin almenn ferðsla verður, ella tarnað ferðsla, fyri

ymsu arbeiðsøkini, eru:

- Strekkið 1 (uml. 60 m) – frá 28.09.2018 til 06.11.2018. - Arbeiði liðugt tann 31.10.2018.

- Strekkið 2 (uml. 260 m) – frá 12.10.2018 til 10.12.2018. – Arbeiði liðugt tann 28.11.2018

- Strekkið 3, 1.partur (uml. 100 m) – frá 28.11.2019 til 20.12.2019. – Arbeiði byrjar

28.11.2018.

- Strekkið 3, 2.partur (uml. 100 m) – frá 07.01.2019 til 05.03.2019.

- Strekkið 4 (uml. 100 m) – frá 08.02.2019 til 27.03.2019.

- Strekkið 5 (uml. 90 m) – frá 27.02.2019 til 17.04.2019.

- Kantsteinar og slitlag – frá 11.04.2019 til 30.05.2019.

Hjálagt er mynd sum vísur status av arbeiðnum. mynd, tíðarætlan

Fjarhitafelagið