Gundadalur1

Fjarhitanetið nú eisini í Gundadali

Nú er fjarhitaskipanin væl áleiðis til at verða íbundin í Gundadali, og tað hevur við sær, at fjarhita brúkararnir minka munnadi um CO2 útlátið.

Fjarhitafelagið hevur fingið støðugt fleiri brúkarar, sum árini eru gingin. Í 2000 hevði felagið 347 brúkarar, og í dag eru teir 1.100. Brúkararnir eru í Hoyvíkshaganum, Blómubrekku, Berjabrekku, Gundadali og á Hjalla.    Fjarhitakervið verður nógv útbygt í løtuni. Síðan februar 2017 eru fjarhitarør løgd oman ígjøgnum Villingardal, og hildið hevur verið fram at leggja rør oman ígjøgnum Gundadal.

Fyribils fjarhitastøðin í Gundadali, sum m.a. hevur latið hita til BankNordik, ítróttahøllina og FSF-húsið, verður nú avloyst við orku frá brennistøðini.

Hildið verður áfram  oman gjøgnum býin við fjarhitaleiðingini. Komandi ár kunnu Finsen, SMS, nýggja politistøðin í Húsagøtu, svimjihøllin og aðrir stórir bygningar knýta seg í fjarhitakervið.