Søga

Fjarhiti í Føroyum
1980 – 1994

Fyrstu ferð fjarhitaveiting til Tórshavnar kommunu verður umrødd er í ummæli, sum Orkuráðið ger í 1980 í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá SEV. Við í hesar metingarnar var tikin tann møguleiki, at nýta avlopshitan frá einari møguligari víðkan av Sundsverkinum og eisini einari møguligari ruskbrennistøð.
Sum eitt úrslit av hesum arbeiði avgerð Tórshavnar Kommuna, at kanna búskaparligu útlitini fyri fjarhita í Tórshavn og SEV ger av, at tann nýggi 2-taktsmotorurin skal útbyggjast til at veita fjarhita.
Meira hendir ikki í málinum tey fyrstu árini, men tá brennistøðin á Sandvíkarhjalla verður bygd, verður avgjørt at fjarhiti skal veitast til ídnaðarbygningarnar á Sandvíkahjalla, soleiðis at hesin upphitingarháttur kann roynast í Føroyum.
Í 1986 arbeiða SEV og Orkuráðið víðari við spurningum at veita fjarhita frá Sundsverkinum og í juli 1987 vóru hesar kanningar lidnar, og vístu tær, at neyðugt er við einum ávísum stuðli til íløgurnar í høvuðsleiðingini frá Sundsverkinum til Havnar.
Í Januar 1987 setir Tórshavnar Kommuna og SEV nevnd at kanna, um búskaparligar og tekniskar fortreytir eru fyri, at fáa til vega fjarhita av Sundi til útstykkingarøkini norðanfyri Havnina. Nevndin kemur til umleið somu niðurstøðu sum Orkuráðið, og álitið verður í juli 1987 sent Orkuráðnum til ummælis. Fleiri fundir verða hildnir um hetta mál, og á heysti 1987 játtar Føroya Landssýri 20 mió. kr. sum stuðulslán.
Á vári í 1987 ordrar SEV næsta 12 MW motorin og verður hesin eisini fyrireikaður til veitan av fjarhita.
Eftir hetta avgera Tórshavnar Kommuna og SEV, at stovna felag, ið skal taka sær av fjarhitaveiting frá brennistøðini á Sandvíkarhjalla og Sundsverkinum til íbúgvarnar í Tórshavnar Kommunu.
Í apríl 1988 verða ráðgevandi verkfrøðingarfeløgini E. D. Verfrøði pf, P/f Sofus M. Jakobsen og Rambøll & Hannemann A/S bidnir um at verða ráðgevarar í hesum máli.

Tann 25. august 1988 stovna Tórshavnar Kommuna og SEV L/f Hitafelagið, og í nevndin komu:

Fyri Tórshavnar Kommunu:

Erling S. Michelsen 
Viggo Christiansen 
Torfinn Smith 

Fyri SEV:

Klæmint Weihe 
Jógvan D. Jakobsen 
Bjarki Hermansen 

Formansskapurin gongur uppá skift millum SEV og kommununa, og fyrsti formaður var Klæmint Weihe. Stjóri í L/f Hitafelagnum er Jóannes Hansen.
Endamál felagsins er, at virka fyri at fáa til vega fjarhitaskipan í Tórshavn og veita hita til brúkaran.
Samstundis sum nýggjar útstykkingar fóru fram í Tórshavn og í Hoyvíkshaganum í 90`unum, vóru hitaleiðingar lagdar niður, og nýggju sethúsini vórðu bundin í hitakervi. Hitin kom frá frá fyribilshitastøðum, ið brendu olju. 
Í februar 1991 er hitaleiðingin til brennistøðina á Sandvíkarhjalla liðug og onnur útgerð sett upp á brennistøðina, soleiðis at avlopshitin verður veittur til íbundnu húsini. Hitamátturin frá brennistøðini er 5 MW, ið svarar til hitanýtsluna hjá 500 sethúsum. 
Í kreppuárunum kom steðgur í virksemi og í 1994 fór L/f Hitafelagið á húsagang.

1994 -

Í mars 1994 varð P/F Fjarhitafelagið stovnað, við somu eigarum. Jóannes Hansen verður stjóri.

Í 1994 varð umleið helvtin av allari fjarhitanýtsluni útvunnin frá hitanum frá brennistøðini á Hjalla, hin helvtin varð útvunnin frá spillolju, sum Fjarhitafelagið fekk frá SEV og virkjum runt í býnum, og sum Fjarhitafelagið sjálvt brendi.

Grundin til, at bert 50% av allari fjarhitanýtsluni vórðu útvunnin frá brennistøðini var, at brennistøðin ikki hevði so nógv burturkast at brenna í kreppuárinum, og nakað eftir kreppuárini.

Fjarhitaskipanin í dag

1. mars 2004 tók Hans Christian Dam við sum stjóri

Í dag kemur øll orkan frá brennistøðini á Hjalla, el-verkinum hjá SEV á Sundi og frá egnum oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum.

Hitakeldur

Vekslara- og ketilstøð á Sandvíkarhjalla:

Vekslarar:                    2 stk. á 3 MW

Tiltaksketil:                  1 stk. á 5 MW

Vekslarastøð á El-verkinum hjá SEV á Sundi:

Vekslarastøðin á Sundi er tikin niður, nýggja vekslarastøðin er ætla, at verða liðug 2019/20  

Fjarhitanýtarir

Í dag eru 1240 brúkarir knýttir at fjarhitaskipanini.